Barnaráðstevna er í Norðurlandahúsinum í døgunum 21. – 23. januar 2025.
Øll næmingaráðini í skúlunum í Føroyum til og við miðnám eru savnað á ráðstevnu, har endamálið er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar. Næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í fólkaræðinum fyri allar næmingar. Barnalógin skal tryggja øllum børnum og ungum í Føroyum grundleggjandi rættindini, ið eru nevnd í Barnarættindasáttmálanum og Brekrættindasáttmálanum.
Ráðstevnan er eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Barnabata, Undirvísingarstýrið, Nám, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið – og harnæst útint og fyrireikað í góðum samstarvi við skúlaleiðslurnar, lærararnar og børnini kring alt landið.
Ein týðandi boðskapur og partur av fyrireikingini er, at vit vilja hava, at øll børn í Føroyum fáa møguleikan at siga sína hugsan. Tí leggja vit stóran dent á, at tey børnini og tey ungu, ið eru vald í næmingaráð, skulu umboða øll børn í teirra skúla, eisini tey, ið møguliga ikki hava so sterka rødd av ymsum ávum. Harafturat hava vit fyrireikað, at tey børn, ið ikki hava møguleika at koma í Norðurlandahúsið til tiltakið – t.d. børn, ið bera brek, fleirmælt og fleirmentað børn, børn á dagstovni o.o. fáa møguleikan at koma við sínari hugsan í einari serligari fyriskipan, ið vit gjøgnumføra eftir ráðstevnuna í tøttum samstarvi við tey, ið hava serliga vitan um, hvussu vit samskifta við tey á ein góðan og tryggan hátt (námsfrøðingar, umboð fyri Megd, integratiónssamskiparar, granskarar á Setrinum, o.o.).
Barnaráðstevnan endar við einari hátíðarløtu í høllini í Norðurlandahúsinum 23. januar kl. 12.30 – 13.30, har landsstýrisfólkini, forfólkið í Kommunufelagnum og Barnaumboðsmaðurin taka ímóti íkastinum frá børnunum og teimum ungu til eina barnalóg, tann fyrsta av sínum slag fyri Føroyar.
Ein søgulig ráðstevna, har fólkaræðið og lívið hjá okkara børnum og ungu er í miðdeplinum.
Barnaverkætlanin, ið Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið hava sett á stovn, hevur til endamáls at skapa heimsins besta samfelag fyri børn og ung at vaksa upp í – har trivnaður, viðburður og heilsa er í miðdeplinum.
Les meira um Barnaverkætlanina her.