Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett Barnaverkætlanina sum sína hægstu raðfesting í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024.
Saman við landsstýrisfólkunum í Heilsumálaráðnum, Løgmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og formansskapinum í Kommunufelagnum, hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at orða eina framskygda visión um at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í Føroyum.
Høvuðsmálið er at laga niður forðingar, sum kunnu vera millum ymiskar skipanir, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Fyribyrgjandi átøk og heilsufremjandi tiltøk skulu eisini virka við til at røkka málinum.
Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur leiðsluna av tvørgangandi verkætlanini, sum hevur fingið hægstu raðfesting.
Tilgongdin byggir á háttaløg og meginreglur fyri menning frá nýggjastu altjóða gransking innan fyri strategi og leiðslu innan tað almenna. Tað hevur við sær, at umboð fyri allar partar eru breitt og áhaldandi tikin við, og at tey fáa møguleika at verða hoyrd og fáa veruliga ávirkan á loysnirnar.