20.11.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Altjóða barnarættindadagur 2023

Altjóða barnarættindadagur 2023

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, luttók í dag á barnarættindadegnum í Fuglafjarðar skúla.

Næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla hevur í ár tikið stig til at samla øll næmingaráðini til at halda altjóða barnarættindadagin saman við næmingunum í Fuglafjarðar skúla.

Landsstýrismaðurin fekk høvi til at seta dagin. Røðan kann lesast her.

Skráin varð sett saman við sera nógvum áhugaverdum táttum, millum annað kunnaði Hanna Vang, barnanna umboðsmaður, um innihaldið í ST-sáttmálanum og um virksemi hjá sær sum barnanna umboðsmaður. Har vóru somuleiðis tónleikaframførslur, felagssangur, spøl og ábit á skránni.