Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum fingu í dag handað eitt álit um, hvussu eitt heildagstilboð kann skipast í Skúlanum á Trøðni.
Arbeiðið er sett í verk við tí fyri eyga at fyribyrgja óneyðug skifti hjá børnum í serskúla, ið verða mett at hava gagn av einum samanhangandi skúla- og frítíðarskúlatilboði.
Ein samdur arbeiðsbólkur mælir í álitinum til, at eitt heildagstilboð verður sett á stovn í Skúlanum á Trøðni komandi skúlaár. Álitið hevur 23 tilmælir, og verður millum annað mælt til at íverketa heildagstilboðið sum eina 3-5 ára royndarverkætlan í fyrstu atløgu, áðrenn støða verður tikin, um talan skal vera um eitt varandi tilboð.
Tað vóru landsstýrisfólkini í barna- og útbúgvingarmálum og í almanna- og mentamálum, sum í felag settu hetta arbeiðið í gongd.
Arbeiðsbólkurin, sum í dag handaði álitið, er mannaður við hesum limum:
- Joan Knudsen frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum (forfólk)
- Ann Kristina Svabo Simonsen frá Almanna- og mentamálaráðnum
- Jóhanna Jancyardóttir og Oggi Lamhague frá Almannaverkinum
- Jan Christiansen og Gunrid Hansen frá Skúlanum á Trøðni
- Birgit Debess vegna Kommunufelagið (Janus Haraldsen frá februar 2024 til mars 2024)