10.03.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Á móttøku hjá Barnabata

Á móttøku hjá Barnabata

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, ynskir nýggja aðalskrivaranum í Barnabata, Hedvig Johansdóttir, hjartaliga til lukku og góða eydnu í starvinum. Tað eru nógv felags mál, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Barnabati samstarva um, børnum og ungum í Føroyum at frama. Tað hevur stóran týdning, at vit hava felagsskapir og eldsálir, sum virka fyri at geva øllum børnum og ungum góð kor og tala teirra søk. 

Barnabati er virkin luttakari í Barnaverkætlanini, sum politisku myndugleikarnir í felag hava sett í verk, fyri at røkka visiónini um, at Føroyar skal verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Tað krevur gott samstarv millum allar partar at røkka hesum máli.

Um Barnabata

Barnabati varð sett á stovn 22. mars 1980

Alt virksemi felagsins tekur støði í ST Barnarættindasáttmálanum.

Barnabati virkar fyri at bøta og menna um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum.
Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleika til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan, tey hava tørv á og rætt til.
Barnabati er ein barnarættinda- og landsfelagsskapur óheftur av átrúnarligum og politiskum sjónarmiðum.

Les meira um Barnabata her.