Landsstýrismaðurin Djóni N. Joensen var í dag á forkunnugari listaframsýning í Dagstovninum á Argjum. Talan var um børnini í skúlabólkinum í Børkuvísu, sum høvdu bjóðað landsstýrismanninum at koma at síggja teirra listarliga arbeiði.
Starvsfólkini í skúlabólkinum arbeiða miðvíst við at stimbra tilvitið hjá børnunum til samfelags- og náttúruviðurskifti. Støðið verður tikið í tí, sum er frammi beint nú.
Tað er við brennandi áhuga, at tær báðar Hildibjørg og Sigrid arbeiða við barnsins úttrykki. Við skapandi evnunum sum amboð ynskja tær at menna samleikan og tilvitið hjá hvørjum einstøkum barni. Gjøgnum listina gerast børnini varug við egnar førleikar samstundis sum tey læra at vísa virðing og áhuga fyri meiningum og úttrykkjum hjá hvørjum øðrum.
Landsstýrismaðurin var sera fegin at sleppa við til listaframsýningina á Dagstovninum á Argjum og ynskir hann, at listarliga menningin á dagstovnaøkinum sum heild heldur fram og mennist.