Dagurin í dag, tann 24. januar, er av Sameindu Tjóðum settur sum altjóða útbúgvingardagur. Ein dagur, tá vit seta sjóneykuna á týdningin av útbúgving hjá hvørjum einstøkum, fyri samfelagið og fyri heimin sum heild.
Allir heimsins borgarar hava rætt til eina dygdargóða útbúgving og hesum eiga øll heimsins lond at virka í felag fyri. Vitan og upplýsing er vegurin til frið í heiminum.
Djóni Nolsøe Joensen sigur soleiðis:
"Sum landsstýrismaður vil eg virka fyri heimsmáli nummar 4, sum er, at tryggja inkluderandi og javnbjóðis dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.