Frágreiðingar

Her finnur tú ymiskar frágreiðingar, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið (Mentamálaráðið) hevur givið út ella hevur verið við til at geva út.


Trivnaðarkanningin 2023

Kanningin er gjørd millum næmingar í 5., 7. og 9. flokki.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Námsvísindadeildina um at kanna trivnaðin og happing í fólkaskúlanum og tryggja, at kanningin kann samberast við undanfarnu kanningar, tó verða eisini dadaktisk viðurskifti tikin við í hesi kanning. Kanningin varð handað landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Djóna Nolsø Joensen, 3. okt. 2023. Landsstýrismaðurin segði ma.: Eg takki kanningarbólkinum fyri tað arbeiði, tit hava gjørt at greina trivnaðin í fólkaskúlanum. Hetta var ikki tað úrslit, vit høvdu vóna at sæð. Serliga tí at kanningarnar, ið gjørdar eru frammanundan í  2007, 2015 og 2019 hava víst, at vavið av happing hevur verið støðugt minkandi við tveimum prosentstigum hvørja ferð frá 15% í 2007 til 11% í 2019

Kanningin kann lesast her.