Í samband við eftirmetingina av Fróðskaparsetri Føroya, hava Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya sent serfrøðingunum eitt felags svarskriv, ið viðgerð tær niðurstøður og tey tilmæli, sum serfrøðingarnir eru komnir fram til í eftirmetingini.
Í skrivinum ber til at lesa um nøkur av teimum átøkum, sum eru ávegis, og sum ætlanir eru at raðfesta komandi árini, bæði innanhýsis á Setrinum og meira yvirskipað, tá tað kemur til altjóðagerð innan hægri útbúgving.
Svarskrivið kann lesast her