At søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum

Tá ið umsóknin er avgreidd, og uppihaldsloyvi er fingið til vegar sambært teimum treytum, sum lógin ásetur, fáa hesi støðu og rættindi sum flóttafólk.

Umsókn kann latast inn á løgreglustøðunum kring landið í skrivstovutíðum.

Øll skulu møta á løgreglustøðini í Tórshavn til at upptaka biometriskar upplýsingar í sambandi við umsókn (fingramerki og mynd).

Barna- og útbúgvingarmálaráðið vísir annars til heimasíðuna hjá Útlendingastovuni, har nærri verður greitt frá mannagongdum at søkja um uppihaldsloyvi eftir nýggju lóggávuni. Undir leinkjuni Ukraina á heimasíðuni integration.fo

Ukraine - Integration eru nógvir hentir upplýsinger í sambandi við at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Leinkjan niðanfyri vísir beint til skjøl, sum skulu brúkast í sambandi við at søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum. Umsókn um uppihaldsloyvi eftir serlógini um persónar, sum eru riknir úr Ukraina - (utlendingastovan.fo)


Børn frá Ukraina, sum koma til Føroya, hava undirvísingarskyldu sambært § 40 í fólkaskúlalógini og fáa samstundis rættindi til tær tænastur, sum fólkaskúlaskipanin kann veita, millum annað til sernámsfrøðilig tilboð og til undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Virkað verður fyri, at tað skal ganga stutt tíð, frá tí at søkt verður um uppihaldsloyvi, og til umsóknin er avgreidd. Tá ið børn í undirvísingarskyldugum aldri hava fingið uppihaldsloyvi, so skal fólkaskúlatilboð standa teimum í boði so skjótt sum til ber.

Skúlin kann tó taka ímóti næmingum, áðrenn teir hava fingið uppihaldsloyvi, um útlit eru fyri, at næmingarnir verða verandi her í longri tíðarskeið. Eisini í teimum førum, har tað gongur ov long tíð, til barnið hevur fingið uppihaldsloyvi, tá eigur barnið at hava rætt til at koma í skúla.