At søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum

Tá ið umsóknin er avgreidd, og uppihaldsloyvi er fingið til vegar sambært teimum treytum, sum lógin ásetur, fáa hesi støðu og rættindi sum flóttafólk.

Umsókn kann latast inn á løgreglustøðunum kring landið í skrivstovutíðum.

Øll skulu møta á løgreglustøðini í Tórshavn til at upptaka biometriskar upplýsingar í sambandi við umsókn (fingramerki og mynd).

Barna- og útbúgvingarmálaráðið vísir annars til heimasíðuna hjá Útlendingastovuni, har nærri verður greitt frá mannagongdum at søkja um uppihaldsloyvi eftir nýggju lóggávuni. Undir leinkjuni Ukraina á heimasíðuni integration.fo

Ukraine - Integration eru nógvir hentir upplýsinger í sambandi við at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Leinkjan niðanfyri vísir beint til skjøl, sum skulu brúkast í sambandi við at søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum. Umsókn um uppihaldsloyvi eftir serlógini um persónar, sum eru riknir úr Ukraina - (utlendingastovan.fo)


Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verður skipað sambært kunngerð nr. 144 frá 6. okt. 2020 um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, har málið er, at næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu ogna sær førleika at tosa, lesa og skriva føroyskt. Undirvísing í mentan og samfelagsviðurskiftum skulu verða partur av undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.

Sambært  kunngerðini er møguleiki at skipa móttøkuflokk eins og at seta onnur tiltøk í verk, sum tryggja næmingum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál eitt munagott undirvísingartilboð, sum er lagað til teirra tørv og førleika og við denti á at fremja eina góða integratión. Tað er sannlíkt, at undirvísingin hjá ukrainskum næmingunum í vissan mun verður skipað í móttøkuflokkum fyrstu tíðina, serliga í teimum kommunum, har fleiri ukrainskir næmingar búgva. Eisini er møguligt bæði hjá skúlum og kommununum at samstarva um móttøkuflokk.

Næmingar  verða skrivaðir inn í  fólkaskúlan í tí kommunu, har teir búgva, og tí er umráðandi, at samstarv er millum skúlan, har næmingurin er innskrivaður og móttøkuflokkin, so at næmingarnir, so skjótt sum til ber, kunnu verða integreraðir í felagsskapin í tí flokkinum, har teir skulu ganga.

Tað er umráðandi at skipa so fyri, at skúlin saman við møguligum móttøkuflokki stuðlar undir eina væl skipaða integratión og móttøku, og at næmingarnir umframt undirvísing fáa sálarfrøðiliga hjálp, kunning um luttøku í frítíðarmøguleikum og um føroyska samfelagið.