PISA fyri fjórðu ferð í Føroyum
Í døgunum 19.-23. mars 2012 varð skipað fyri PISA-kanning í Føroyum. Hetta var fjórða ferð, at skipað varð fyri PISA í Føroyum, har allir næmingar í 9. flokki í fólkaskúlanum vóru við. Endamálið við kanningini er at geva eina mynd av, hvørjum førleikastigi, føroyskir næmingar eru á samanborið við næmingar úr øðrum londum.
PISA (Programme for International Student Assessment) er altjóða kanning, sum mátar førleikar, ið serfrøðingar í OECD-londunum halda vera grundleggjandi og neyðugar fyri at einstaki borgarin megnar at taka av teimum avbjóðingum, sum vitanarsamfelagið setur tí einstaka eins og til samfelagið. Uttan eitt høgt førleikastig ber ikki til at fremja búskaparligan vøkstur, ið aftur er við til at skapa sosiala menning.
Í hvørjari PISA-kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Tey eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinar. Harumframt verður í PISA 2012 eisini ein kanning av telduførleika næminganna.
Umframt spurningar í teimum trimum fakligu høvuðsøkjunum verða næmingarnir eisini bidnir um at svara spurningum um teirra bakstøði, eitt nú skúlagongd, kyn, familjustøðu, frítíðarvirksemi og hugburð til skúlagongd.
Næmingarnir hava tveir tímar at svara umleið 26 uppgávum, og harnæst einar 35 minuttir at svara spurningum viðvíkjandi teirra bakstøði. At enda skulu teir í 35 minuttir svara spurningum á teldu, sum skulu lýsa teirra telduførleika.
Í PISA 2006 var høvuðsdentur lagdur á at kanna førleika næminga í náttúrulærugreinunum. Í PISA 2009 var høvuðsdentur lagdur á at kanna lesiførleika, og í PISA 2012 er høvuðsdentur lagdur á at kanna førleikar í støddfrøði.
PISA-kanningin skal geva eina ábending um, á hvørjum førleikastigi føroyskir næmingar eru staddir í mun til næmingar í øðrum londum. Í ár verður PISA-kanningin gjørd í 67 londum, og tað er OECD, altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, ið skipar fyri kanningini.
Tá ið tann ítøkiliga vitanin um førleikastigið hjá føroyskum næmingum er tøkt, ber til at fremja tiltøk, ið fara at gera næmingarnar betur førar fyri at klára seg í einum alt meira altjóðagjørdum heimi.
PISA-kanningin varpar ljós á, hvussu tey ungu duga at nýta ta vitan, tey heva ognað sær í undirvísingini. PISA varpar sostatt ikki ljós á innihaldið í námsætlanunum (lesiætlanunum), men á, hvussu tey duga ítøkiliga at nýta sína vitan, tá ið ein uppgáva skal loysast.
Úr úrslitinum av eini PISA-kanning ber eisini til at gera metingar av, hvussu úrslitið av undirvísingini er í mun til tilfeingisnýtslu og umstøðurnar annars. PISA er sostatt eitt gott amboð hjá stjórnunum í einstøku londunum, tá ið støða skal takast til, um nóg mikið fæst fyri teir pengar, sum brúktir verða í undirvísingarhøpi.
Øll úrslit av kanningini mars 2012 verða kunngjørd í desember 2013. Mentamálaráðið hevur fingið føroyskar serfrøðingar at skriva frágreiðingina í 2013. Frágreiðingin verður skrivað sambært OECD-leisti so føroysku úrslitini eru samanberilig við úrslitini hjá hinum londunum í PISA 2012.
Á heimasíðuni hjá PISA (www.pisa.oecd.org) ber til at kanna eitt úrval av fleirtáttaðum (interaktivum) spurningum og harafturat nýta allar teir testspurningar, sum eru atkomuligir hjá almenninginum. Somuleiðis eru bæði dátur og handbøkur tøkar á heimasíðuni til framhaldandi greiningar.