01.05.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Fagnaðarløta við Løkin

Fagnaðarløta við Løkin
1 / 4

Í morgun varð skipað fyri fagnaðarløtu í sambandi við, at bólkurin Nexum, sum er mannaður við næmingum úr Runavíkar kommunuskúla, vann DM í íverksetan 25. apríl.

Bólkurin NEXUM hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðisgevarar at finna hvønn annan.

Í Nexum eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærararnir hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.

Eisini kundi skúlin hátíðarhalda, at 6 av teirra næmingum vunnu FM í talvi í gjár.

Landsstýrismaðurin segði nøkur orð og takkað Runvíkar kommunuskúla fyri teirra stóra arbeiði innan talv og íverksetan.

Samanumtikið ein heilt serlig løta við Løkin í morgun.

Myndirnar hevur Johnny Lamhauge, lærari, tikið